Dýrari at leiga traðir í Havn

Á býráðsfundinum hóskvøldið fer býráðið at viðgera eitt uppskot um at hækka leigugjaldið av traðum og urtagarðsstykkjum munandi. Tað hevur higartil verið rættiliga bíligt at leiga traðir frá Tórshavnar kommunu. Higartil hevur tað kosta umleið 10 oyru fermeturin í meðal at leiga traðir og um 25 oyru fermeturin fyri urtagarðsstykkir.

Tær umleið 100 traðirnar liggja millum 2.000 og 20.000 fermetrar, men felags fyri tær er, at prísurin er eins fyri allar. Árliga leigugjaldið er 1.000 krónur um árið.

Urtagarðsstykkini eru 43 í tali og eru til víddar millum 666 og 1.059 fermetrar. Eisini her hevur leiguprísurin verið eins, 200 krónur fyri stykkið.

Nú skal leigugjaldið gjaldast eftir, hvussu stórar traðirnar eru. Meðalprísurin fyri leigugjaldið hevur verið 10 oyru fermeturin, men nú verður mælt til, at prísurin verður ásettur til 25 oyru fermeturin frá 1. august 2012, og síðani upp á 50 oyru fermeturin frá 2015.

Hetta fer at merkja eina meirinntøku til kommununa á umleiðhálva millión. Hetta stavar frá hækkaðum leigugjaldi og hækkaðum tilsýnsgjaldi. Ásett verður eitt sýnsgjald fyri urtagarðsstykki á 300 krónur, 700 krónur fyri traðir upp til 10.000 fermetrar og 1.000 fyri traðir oman fyri 10.000 fermetrar.

Umsitingin hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og væntandi verður málið samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.

Ein meiriluti í Fíggjarnevndini, Marin Katrina Frýdal og Elin Lindenskov, tekur undir við tilmælinum og mælir býráðnum til at taka undir við broyttu leigugjøldunum, meðan Sjúrður Olsen mælir frá at hækka leiguna.