Í bløðunum í gjár verða nýggj flutningsgjøld fyri hýruvognarnar í Havn kunngjørdir. Og teir eru galdandi frá í dag av. Talan er ikki um ein stóran prísvøkstur. Fimm krónur eru settar oman á allar túrarnar.
- Vit hava hækkað allar takstirnar við fimm krónum í miðal, men annars eru ongar broytingar í sjálvari skipanini, sigur Åge Johansen, stjóri í Bil.
Seinast prísirnir vórðu settir upp, var í mars í 1989. Eina ferð síðani er ein lítil justering gjørd. Orsøkin til, at prísirnir verða settir upp nú er tann sannroynd, at hýruvognsførararnir fáa ov lítið burtur úr peningaliga. Hálvt hundrað hýruvognar koyra í Havn. Auto hevur 28 loyvi og Bil hevur 22 loyvi. Sama tal av loyvum var eisini í kreppuárunum.
Åge Johansen roknar ikki við, at fólk fara at setast aftur, orsakað av príshækkingini.
- Vit hava uppgangstíðir nú og talan er bert um fimm krónur. Øll eru farin upp í løn og vit skulu sjálvsagt eisini fáa ein lítlan ágóða av tí. Alt er dýrkað síðstu árini, - tað er væl dýrari at koyra bilin á verkstað í dag enn fyri stuttum.
- Tað eru serliga vikuskiftini, tað loysir seg at koyra, restina av vikuni er ógvuliga lítið at gera. Ferðafólkatíðin gevur kanska eitt lítið sindur av arbeiði.
Hýruvognsførararnir í Havn hava eitt áhugafelag sum eitur Samfylking.