Dýrari at hava trygging

Tær tríggjar ódnirnar í februar verða mettar at kosta Tryggingarfelag Føroyar 25 mió. krónur í skaðaendurgjaldi. Millum annað tí umhugsar leiðslan í felagnum nú at hækka prísirnar við millum 10-15 prosentum á ávísum tryggingum. Hitt tryggingarfelagið, Trygd, hevur enn ikki tikið støðu til, um tryggingarnar skulu hækka, men sambært stjóranum er sannlíkt, at felagið eisini fera at hækka tryggingargjøldini

TRYGGINGINGARGJØLD

 

Ódnirnar í februar hava verið kostnaðarmiklar. Heilar tríggjar skaðódnir vóru hendan mánaðin. Tann fyrsta var 1. februar, tann næsta 7. februar og tann seinasta herjaði 23. februar.

 

Tryggingarfelag Føroyar hevur nú gjørt skaðarnar upp, og hendan uppgerðin vísir, at felagið kemur at gjalda á leið 25 mió. krónur í skaðaendurgjaldi. Hetta upplýsir leiðslan í felagnum.

 

Í meðal eru 28-30 skaðar um dagin, men stormdagarnar vóru tilsamans 1237 skaðar fráboðaðir, umframt teir vanligu skaðarnir.

 

Ringast var 1. februar, tá á leið 600 skaðar vóru, meðan hinar báðar dagarnar vóru á leið 300 hvønn dagin.

 

Sambært Edvard Heen, stjóra, og Helga L. Petersen, deildarstjóra, hava skaðarnir rakt breitt yvir alt landið. Ringast var tó í Norðragøtu, har flest skaðar fyri eitt einstakt øki hendu.

 

Fleiri stórir skaðar hendu eisini. Millum annað umborð á Victoriu, sum er avloysaraskipið hjá Norrønu, har fimm trailarar fullir av vøru fóru fyri borð. Hetta var ein milliónaskaði.

 

Vit skulu aftur til februar 1992 fyri at finna seinasta stormin, har skaðarnir hava verið eins umfatandi sum í februar 2008.

 

Leiðslan í Tryggingarfelagi Føroyar umhugsar nú at hækka prísirnar. Teir báðir stjórarnir leggja dent á, at hetta ikki einans er eitt úrslit av tí stóra skaðaendurgjaldinum, sum felagið má rinda hesaferð.

 

- Tað er sjálvandi ein partur av orsøkini. Hinvegin, so hava vit ikki hækkað tryggingargjøldini fyri bygningar og leysafæ síðani fyrst í 90´unum og fyri akfør síðani 2000, útyvir tær prístalshækkingar, sum hava verið hesi árini, sigur Edvard Heen, stjóri.

 

Umhugsað verður at hækka gjøldini umleið 10-15 prosent. Enn er ikki endalig støða tikin til, hvussu stórar hækkingarnar vera innanfyri tey ávísu økini.

 

Um so er, at gjøldini hækka á henda hátt, kemur hetta at merkja eina hækking á leið 320 krónur um árið ella millum 20 og 30 krónur um mánaðin fyri eina vanliga sethúsatrygging. Í meðal rindar ein føroyskur eigari í dag 3000 krónur um árið í trygging fyri síni sethús. Hetta meðaltalið kemur sostatt at hækka upp í einar 3420 krónur.

Fyri innbúgv verður hækkingin minni. Fyri biltryggingar ber ikki til at seta krónur og oyru á, tí tryggingarnar eru so ymiskar, men her verður eisini talan um ein prosentvísa hækking upp á millum 10 og 15 prosent.

 

Teir báðir Edvard Heen og Helgi L. Petersen vísa á, at føroyingar eftir ódnirnar í 1988 og 1989 hava tryggjað seg munandi betri enn frammanundan, tá fleiri av tryggingartakarunum ikki høvdu trygging móti stormi. Í dag er stórtsæð øll húsarhald tryggjaði móti stormi. Føroyingar hava stóra virðing fyri illveðrinum og royna at gera alt fyri at avmarka vandarnar fyri, at skaðar henda við ikki hava leysar lutir liggjandi og at byggja eftir umstøðunum.

Hitt tryggingarfelagið, Trygd, hevur enn ikki tikið støðu til, um tryggingarnar skulu hækka, men sambært stjóranum, Jean Djurhuus, er sannlíkt, at felagið eisini fer at hækka teirra tryggingargjøld.

 

 

 

 

Fakta

 

? Umleið 1200 stormskaðar í februar 2008

? Stormskaðar í februar kostað Tryggingarfelagnum Føroyum uml. 25 mió. kr.

? Felagið umhugsar at hækka ávís tryggingargjøld við 10/15 prosentum

? Tryggingarfelagið hevur 128 ymisk sløg av tryggingum, har ávísar tryggingar hækka, meðan aðrar koma tað sama