Frá 1. juli fer flogvallaravgjaldið upp. Tað er økta virksemið hjá Atlantsflog, sum er orsøk til hækkaða avgjaldið.
Útvarpið visti at siga fríggjakvøldið, at gjaldið fer upp við 9 prosentum. Hetta er fyri flutning, samstundis sum avgjaldið fyri hvønn ferðandi verður hækkað úr 130 krónum upp í 143 krónur.
Flogvallaovastin Finnbogi Niclasen sigur við Útvarpið, at avgjaldið má hækkast nú fyri at raksturin ikki skal versna.
Fleiri fólk skulu setast í Vága Floghavn, tí tænastukrøvini harnað alsamt.
- Tað er neyðugt við fleiri starvsfólkum, um arbeiðaraverndarlógin skal haldast, sigur Finnbogi Niclasen við Útvarpið.










