Dýrari at fáa mat í munnin

Serliga er prísurin á kjøti og frukt, hækkaður

Sum heild er tað ikki dýrari at liva í Føroyum nú, enn tað var fyri einum ári síðani.

 

Hinvegin er tað heldur ikki bíligari at liva nú, tí ein uppgerð frá Hagstovuni vísir, at prístalið hevur nevniliga staðið í stað hetta seinasta árið.

 

Hetta fyrstu ferð síðan annan ársfjórðing í 2013, at prísurin ikki er lækkaður.

 

Hagstovan sigur, at tað eru serliga prísurin á matvørum, sum er hækkaður, og sum hava hava togað brúkaraprístalið upp hetta seinasta árið, frá triðja ársfjórðingi í fjør, til triðja ársfjórðing í ár. Hinvegin er prísurin á brennievni lækkaður.

 

Hagstovan sigur, at árligi prísvøksturin á matvørum var 1,9 prosent og tað eru serliga prísirnir á kjøti og frukt, sum hava ávirkað matvøruprísirnar uppeftir.

 

Men annars er tað eisini vorðið væl dýrari at fara á matstovu og at gista á hotelli. Og samstundis er tað, tey kalla frítíð, mentan, rúsdrekka og tubbak, eisini vorðið dýrari.

 

Hinvegin er prísurin á olju til húsarhald, lækkaður heili 13,6 prosent. Somuleiðis er rentan á íbúðarlánum lækkað eitt sindur, men afturfyri er tað vorðið dýrari at halda húsini.

 

Men tilsamans er tað nú 3,4 prosent bíligari at hava tak yvir høvdið í dag, enn tað var fyri einum ári síðani.

 

Men bensin og diesel til bilar er eisini væl bíligari, ella 5,7 prosent bíligari í dag enn fyri einum ári síðani.