Fíggjarlógin gevur eitt lítið yvirskot, hóast lækkandi inntøkur, og tað verður gjørt við sparingum. Ein sparing er 16 milliónir krónur í rentustuðli til húsalán. Sambært Karsten Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, kunnu illa sperdu húseigararnir so aftur rokna við einari lækking á tvey prosent í 2005.
Rentustuðulin er annars lækkaður úr 48 prosentum niður í 40 prosent síðstu árini. Tað hevur ljóðað, at nú skuldu húseigarar fáa ein skáa, og rentustuðulin fáa frið. Men í heyst verður lógaruppskot lagt fyri løgtingið um at lækka stuðulin aftur. Sambært Karsten Hansen er tað langt síðan sett í kortið.
? Ætlanin við rentustuðlinum hevur frá byrjan verið, at hann skuldi lækka so líðandi, soleiðis at tað ikki rakar tey hart, sum hava sett búgv síðstu árini. Hetta fær samstundis prísin niður hjá teimum, sum ætla at keypa hús, og so mugu vit ikki gloyma, at vit geva skattalætta í somu vending, so fólk hava meira eftir, tá av tornar, sigur Karsten Hansen.
Hvussu er og ikki, so verður tað dýrari at hava húsalán. Siga vit, at lánið er ein millión krónur og rentan er 5 prosent, so er rentuparturin 50.000 krónur um árið. Tá rentustuðulin fyri nøkrum árum síðan var 48 prosent, fingu húseigarar 24.000 krónur afturgoldið. Í ár fáa somu fólk 20.000 krónur afturgoldið í rentustuðli.
Verður samtykt í løgtinginum, at rentustuðulin skal lækka niður í 37 prosent, minkar stuðulin við 1.500 krónur um árið afturat. Og í 2005 minkar hann so einar 1.000 krónur afturat, so fólk bara fáa góðar 17.000 krónur í rentustuðli. Við øðrum orðum einar 7.000 krónur minni eftir fimm árum.