Nýggja reglan ber við sær, at høvuðsdómari nú fær 1.500 kr. fyri ein dyst í Formula-deildini, meðan hjálpardómarar fáa 1.300 kr. Samsýningin til dómaran hevur áður verið 800 kr. fyri ein Formula-dyst.
Orsøkin til hækkanina eru broyttu skattareglurnar, sum vórðu samtyktar fyri jól. Gomlu reglurnar fyri samsýning til dómarar søgdu, at hesir kundu fáa upp til 2.000 kr. um árið skattafrítt, men hetta samsvaraði ikki við veruleikan, har øll slík samsýning hevur verið latin skattafrítt.
Nýggju reglurnar geva dómarum loyvi at forvinna upp til 15.000 skattafrítt um árið, men tað er eitt mark, sum flestu Formula-dómarar væl og virðiliga raka. Hartil er sambært reglunum ikki loyvi at endurrinda dómarum fyri beinleiðis útreiðslur.
Fyri at sleppa undan skattliga markinum - og fyri at fáa endurgjald fyri beinleiðis útreiðslur, verða dómarar nú løntir beinleiðis av FSF. At skattur verður tikin av samsýningini ber tó við sær, at hendan nú er økt. Tað gevur ein økta útreiðslur til fótbóltsfeløgini, men dómararnir sjálvir fáa tó minni í sín part, tá alt fer um skattaskipanina.