Tað kann vera dýrt at dálka sjógvin við olju. 11. mai í ár samtykti Løgtingið einmælt munandi størri bøtur fyri oljudálking á sjónum.
Tær mongu oljudálkingarnar benda á eina alt ov stóra líkasælu hjá teimum, sum fáast við bunkring og líknandi virksemi umborð á skipum. Og harðari revsing er amboðið, sum Løgtingið vil brúka fyri at ávirka hugburðin til oljudálking á sjónum.
Talan er um eina munandi hækking. Fyri eina oljudálking uppá 500 litrar er bótin seksfaldað, úr 25.000 upp í 150.000 krónur.
Fyri oljudálking uppá 5.000 litrar er bótin fimtanfaldað, úr uml. 70.000 krónum upp í 1.050.000 kr.
Umhvørvisstovan gav í 2010 átta bøtur fyri oljudálking. Hesar vóru úr 2.500 til 70.000 kr. fyri oljudálkingar millum 50 og 5.000 litrar. Tilsamans vórðu givnar bøtur uppá 234.000 kr. Við nýggju bótastøddunum høvdu samlaðu bøturnar í fjør verið uppá knappar 2,4 mió. kr.
Umframt bót fyri at dálka sjógvin og strondina við olju, kann nú roknast við bót fyri brot á fráboðanarskylduna, um dálkarin ikki boðar MRCC frá.