Náttúruvanlukkur gjørdu skaða fyri 890 milliardir krónur í fjør, og meginparturin, 67 prosent, stavaði frá ódnini Sandy Tað sigur heimsins størsta endurtryggingarfelag, Munich Re.
Felagið sigur, at náttúruvanlukkurnar gjørdu sera stóran skaða í 2012, men at lutfalsliga fá fólk doyðu av teimum. Tað kemst av, at nógvar av vanlukkunum vóru í londum, sum hava góða og væl skipaða bjargingartænastu.
2012 var eitt satt vanlukkuár fyri teir amerikonsku bøndurnar, sum mistu nógv av grøðini av náttúruvanlukkum. Vanlukkurnar ásvirkaðu næstan helmingin av allari landbúnaðarjørðini í USA, og missurin hjá landbúnaðinum var umleið 20 milliardir dollarar, sum er tvær ferðir so nógv sum eitt meðalár, sigur Munich Re.










