Dýraleivdir

Ejvind Mouritsen

Í náttúruni er tað høvuðsreglan, at næstan allir livandi skapningar (dýr, menniskju og plantur) vilja venda aftur til lívfrøðiligu umferðina, tá ið tær doyggja. Tað er eitt serligt undantak: at skapningar verða varveittir sum stein-renningar.
Um líðandi menning er veruleiki, eiga vit at finna prógv fyri hesum í fornum djóraleivdum. Tá ið ein skapningur likamliga skal broytast til ein nýggjan skapning, er sambært menningarlæruni neyðugt við nógvum smáum líðandi broytingum. Vit eiga tískil í náttúruni at finna prógv fyri hesari menning, frá "frumkyknu" til menniskja.
Sambært teirri broyting sum menningarlæran treytar, átti eitt ótal av dýrum at verið funnin, ið eru eitt "millumlið" millum fisk og paddu, paddu og skriðdýr, skriðdýr og fuglar o.s.v. "Millumliðini" eru sostatt dýr har ymisku likamslutirnir (útvortis og innvortis) eru í eini broyting frá einum slagi til eitt annað.
Sambært menningarlæruni er menningin og tillag-ingin í so smáum stigum, at trupult er at eygleiða broytingina, tá ið hon fer fram. Tá ið trupult er at eygleiða sjálva broytingina, átti tað verið ógvuliga lætt at sæð ein samanhang, eftir at ein broyting er farin fram t.d. frá skriðdýri til fugl. Um menningarlæran er røtt eigur tað at vera sera trupult hjá okkum at flokka dýr í náttúruni í ymiskar bólkar.
Høvuðseyðkenni fyri steinrenningar
Í gjøgnum fleiri enn 150 ár hevur tað nú verið leita eftir djórasteinrenningum um allan heimin. Á forngripasøvnum finnast steinrenn-ingar av fleiri enn 250.000 ymiskum dýrum. Sostatt hava vit eitt stórt grundarlag at gera okkara metingar út frá. Vit kunnu stutt greina tað, vit finna, í steinrenningunum í trý punkt:

1.Tá ið eitt dýr av fyrstantíð gevur seg til kennar í jarðarløgunum, kann ein fylgja teimum í óbroyttum líki gjøgnum fleiri jarðarløg og við eitt, eru nøkur av teimum burtur meðan onnur liva tann dag í dag í óbroyttum líki.
2.Tá ið steinrunnin dýr av fyrstantíð geva seg til kennar, eru tey øll fullkomin og virkisfør.
3. Tað er ein eyðsýndur tørvur av prógvum fyri, at nøkur "millumlið" millum ymisku dýra-flokkarnar nakrantíð hava livað.

Um milliónir av dýrum líðandi hava ment seg gjøgnum milliónir av árum við neyvari tillaging, áttu vit at funnið hópin av prógvum fyri hesum. Tað átti ikki at veri nakar sum helst ivi um eina líðandi menning. Støðan er tó tann, at viðhaldsfólk hjá menningarlæruni als ikki hava verið før fyri at vísa á nøkur sum helst haldgóð prógv fyri líðandi menning, hvørki av núlivandi ella fornum dýrum.