Dýr verkføll

Verkføllini, sum hava verið í Fraklandi sum mótmæli ímóti avgerðini hjá politikarunum at hækka pensjónsaldurin, eru dýr fyri franska samfelagið. Christine Lagarde, fíggjarmálaráðharri, sigur, at sambært einari meting hjá fíggjarmálaráðnum kosta verkføllini landinum millum 200 og 400 milliónir evrur ella millum hálva aðru og tríggjar milliardir krónur um dagin.

Í samrøðu við útvarpið Europe 1 sigur ráðharrin, at umframt beinleiðis útreiðslur og mistar inntøkur er vandi fyri, at verkføllini hava ringa ávirkan á umdømi Fraklands.