Dýr sekund

Tann 25. mai kemur tann seinasta sendingin hjá tí kenda amerikanska sjónvarpsvertinum Oprah Winfrey, og harvið endar røð hennara, sum hevur vart í 25 ár. Áhugin fyri teirri seinastu sendingini er sera stórur, og fyritøkur, sum vilja hava eitt reklamubrot í sendingina, skulu rinda eina millión dollarar fyri 30 sekund.

 

Tað er meiri enn í øðrum líknandi sendingum, men kortini nakað minni enn í teirri kendu raðsendingini Øll elska Raymond, har ein reklama upp á 30 sekund kostaði 1,22 millión dollarar. Her er tó tað at viðmerkja, at Oprah hevur vanliga umleið sjey milliónir hyggjarar, og at Øll elska Raymond hevði næstan 33 milliónir hyggjararar hvørja ferð.

 

Millum teirra, sum vitja Oprah Winfrey í teirri seinastu sendingini, er sjálvur Barack Obama, forseti. Sendingin verður send tann 2. mai. Oprah Winfrey gevst tó ikki í sjónvarpsheiminum, men heldur fram við sínum egna sjónvarpi.