Dýr olja trýstir partrolararnar

Raksturin hjá partrolarunum verður helst nakað verri í ár enn í fjør Partrolaraflotin er enn hampiliga væl fyri, men fíggjarstøðan versnaði munandi árini 2002-2004. Miðalprísurin, sum hevði verið støðugt fallandi síðan 2002, stabiliseraði seg í 2005 og vaks við heili 32,3% seinasta árið. Saman við munandi øking í veiðinøgdini merkti hetta, at úrslitið hjá partrolarunum broyttist frá halli í 2004 til avlop í 2005 og 2006.

Tað siga Rasmussen & Weihe í sínari greining av fiskiskipaflotanum.

- Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er minkað í mun til somu tíð í fjør, men miðalprísurin í sama tíðarskeiði er hækkaður. Samanlagt er veiðivirðið, sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag, kortini minkað við 12,8% í 2007.

Grannskoðarafelagið roknar tí við, at raksturin hjá partrolarunum verður nakað verri í ár enn í fjør, og ein partur av orsøkin er høgu oljuprísirnir.