Dýr mistøk

Eftir dystin í Klaksvík fingu vit orðið á Jóhannis Joensen, sum nú aftur er at síggja í HB-verjuni, eftir at hann tey bæði seinnu árini hevur leikt við ávíkavist FS Vágum og B36.
Men hóast hann soleiðis er komin aftur til felagið, har hann hevur verið við til fleiri sigrar, so kundi Jóhannis væl ynskt sær eina betri byrjan enn hana, sum teir fingu í Klaksvík.
- Vit skora tríggjar ferðir í Klaksvík, og tað er sjálvandi gott í sjálvum sær. Men hinvegin, so lata vit fýra mál fara ígjøgnum, og tað kunnu vit so ikki vera nøgdir um. Serstakliga tá talan er um somikið bílig mál, sum hasi, ið teir fáa, staðfesti Jóhannis.
Um sjálvan dystin helt Jóhannis annars, at leikferðin dovnaði nakað, tá liðini gjørdust meira varin.
- Vit byrja vit eini øgiligari ferð, men tá vit fyri steðgin hava fingið trý bílig mál ímóti okkum, so gerast vit sjálvandi meira varnir. Og tað setur seg eisini í sjálvsálitið, tá trý mál fara ígjøgnum. Tí royna vit fyrst og fremst at ansa eftir verjupartinum í seinna hálvleiki, men heldur ikki tað gjørdu vit nóg gott.
Men hóast alt, so helt Jóhannis ikki, at tað var nøkur orsøk at hanga við høvdinum.
- HB tapti jú eisini fyrsta dystin í fjør, og tað gekk mikið væl. Við eini somikið langari kapping, sum talan er um í ár, so er eitt tap heldur ikki eins tungt. Og so var hetta eisini í Klaksvík. Tað vita vit, er ein trupul dystur, og eg haldi eisini, at eg vildi verið nøgdur um ein javnleik her. So nøkur katastrofa er tað á ongan hátt, staðfesti hann.