Tann 21. november fer nýggja skipið "Fram" hjá norska reiðarínum Hurtigruten av bakkastokki. Skipið skal ikki sigla í Noregi, men er serbygt til at sigla í tí arktiska økinum. Reiðaríið hevur gjørt av, at skipið skal fara sína fyrstu ferð úr Reykjavík til Eysturgrønlands í mai næsta ár, og sambært reiðarínum gongur tað væl at selja ferðaseðlar til tann fyrsta túrin. Men tað er ein dýr ferð, tí hon kostar 21.400 krónur.