Dýr brend brotsspørk

Eitt var harmiliga tapta brotssparkskappingin móti Linfield í gjárkvøldið reint ítróttaliga – brendu brotsspørkini kostaðu eisini peningaliga.

 

Náddi B36 øðrum umfari, hevði tað útloyst eitt útgjald frá UEFA á 140.000 evrur, svarandi til 1,04 milliónir.

 

Næsta uppgávan hjá havnarfelagnum hevði verið kypriotiska AEL Limassol, ið neyvan er munandi truplari uppgáva enn norðurírsku meistararnir.

 

Hartil kundi gjørst talan um møguligar sjónvarpsinntøkur, og sjálvt um ferðaútreiðslur og annað sjálvandi skal dragast frá, kostaðu brendu brotsspørkini B36 dýrt.

 

Tað skal tó við í roknistykki, at B36 hevði ríkiligt av møguleikunum í opnum dystunum at avgera uppgerðina til teirra fyrimun.