Døpur útlit fyri danska vinnulívið

Síðani 60'ini er talið av starvsfólkum í framleiðsluvinnuni farið niður í helvt - úr 650.000 til 330.000 fólk. Og gongdin fer at halda fram í mong ár aftrat.

Ein nýggj kanning sum Dansk Industri og fakfeløgini CO-Industri hava gjørt vísir, at fýra av hvørjum 10 stjórum vænta, at danskar fyritøkur fara at stovna enn fleiri fyritøkur í Kina, India og øðrum londum. Her er talan um lond við lágum útreiðslum til lønir.

- Arbeiðspláss og framleiðsluvirkir eru avgerandi, tí helvtin av útflutningi okkara kemur higani. Framleiðslan er ein fortreyt fyri, at vit kunnu menna okkum og granska enn meiri í framtíðini, sigur Karsten Dybvad, stjóri í Dansk Industri.

Vanliga stríðast Dansk Industri og CO-Industri móti hvørjum øðrum, tá sáttmálasamráðingar eru. Men nú hava tey bæði - í hesi støðuni har "fælles fjende forener" - valt 10 punkt, sum skulu tryggja, at tað eisini verður ein ídnaður í Danmark í framtíðini.

Millum uppskotini eru betri útbúgvingar og gransking, eins og betri undirstøðukervi.

- Vit senda hetta signalið um, hvørjar karmar sum báðir felagsskapirnir eru samdir um, og sum vit meta at ein nýggj stjórn - óansað politiskan lit - skal taka við í stjórnargrundarlag sítt, sigur Karsten Dybvad.