Døpur útlit framskunda kreppu

- Tann, sum ætlar sær undir vinnu, stingur eftir at hava hoyrt Magna Laksáfoss hendurnar djúpt niður í lummarnar aftur, sigur Hendrik Old, løgtingsmaður, sum eisini er formaður í vinnunevnd løgtingsins

Oljuprísir

 

Kjartan Joensen, løgtingsmaður, helt fyri á tingfundinum í gjár, at fara oljuprísirnir at økjast, soleiðis sum spádómarnir siga, fer prísurin eftir einum einføldum roknistykki í 2015 at liggja um 14,90 krónur fyri liturin.

- Er hald í hesum, er tað ein greiður skelkur fyri tey, sum eru í vinnuni. Tá mugu hesir í dag – og ikki í morgin – fara at hugsa um, hvussu teir kunnu niðurlaga okkara høvuðsvinnu beinanvegin.

Kjartan helt fyri, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er útbúgvin maður, og tí mugu tingfólk kunna hava eitt ávíst álit á tí, sum hann førir fram.

- Hetta er so álvarsligt, legði hann aftrat.

Løgtingsmaðurin setti tó spurnartekin við, hvussu skilagott tað er at ”framskunda” eina kreppu, sum so døpur útlit kunnu gera.

Hendrik Old, løgtingsmaður, helt tað ikki tæna nøkrum endamáli at ”tosa” eina kreppu í gongd, sum hann tók til.

- Tann, sum ætlar sær undir vinnu, stingur undir slíkum umstøðum hendurnar djúpt niður í lummarnar aftur, segði Hendrik Old, sum eisini er formaður í vinnunevnd løgtingsins.