Dópur og fosturtøka ikki umrødd í Lindini

Heitu átrúnaðarligu stríðsmálini skulu ikki takast upp á tunguna á nýggju útvarpsstøðini Lindin. Støðin skal verða fyri øll, sigur nevndarformaðurin, nú støðin í dag fer at senda fyri fyrstu ferð

Kegl um dóp, frelsu, fosturtøku og onnur heit átrúnaðarlig mál er útihýst av 101 MHz á FM-bandinum, har Lindin frá í dag fer at halda til.

Klokkan trý seinnapartin fer nýggjasta útvarpsstøðin í luftina, og alt tilfar, sum verður sent út til lurtararnar, er andaligt.

Men tað verður ikki tað stóra sjálvtøkuborðið hjá teimum, sum gera sendingarnar. Leiðslan, sum í løtuni er ein fýra mannað nevnd, hevur sett forboð fyri, at tey málini, sum vanliga elva til stríð millum trúarbólkar í Føroyum, skulu viðgerast á Lindini.

? Vit leggja dent á, at Lindin er fyri øll fólk og allar trúarbólkar, og tí fara vit ikki at taka upp evni, sum teir ymsu trúarbólkarnir eru ósamdir um, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini.

? Tað eru ofta smálutir, sum kirkjur og samkomur eru ósamd um, og tí ber tað væl til at gera gott andaligt tilfar, uttan at tosa um málini, sum øll ikki eru samd um.

? Um onkur av teimum, sum ger sendingar, ikki aktar boðini, ja, so fáa tey tað at vita, at tey skulu lata verða við at viðgera evni, sum kann elva til stríð millum trúarbólkar.


Brúka báðar

bíbliutýðingarnar

Tvær føroyskar bíbliutýðingar eru, og Lindin ætlar at brúka báðar. Hvørgin av týðingunum fær einarætt í sendingunum hjá Lindini.

Í næstu viku fer Lindin at senda brøv út til allar kirkjurnar og tey 86 missiónshúsini og samkomurnar. Ætlanin er at fáa hesi at lata upplýsingar um teirra virksemi til Lindina, so andaliga útvarpsstøðin gjøgnum vikuna kann greiða frá, hvørji tiltøku eru at fara til í landinum.

Mikukvøld klokkan 21.00 verður ein sending um tað, sum fer fram kring landið innan trúarlív, men Lindin ætlar eisini at hava leypandi upplýsingar um tiltøk.

? Tað er eingin ávís samkoma, sum stendur aftanfyri Lindina. Vit eru fýra persónar, sum sita í nevndini fyri útvarpsstøðina, men vit leggja dent á, at støðin er fyri øll. Allar kirkjur og samkomur í Føroyum eru vælkomin at vera við í arbeiðnum, sigur Preben Hansen.

Lindin hevur tó einki veruligt samband havt við Jehova vitni.


Eingi møti og ongar gudstænastur

Tey sum vænta at hoyra í ríkiligt mát av møtum og gudstænastum í Lindini, koma at bíða til fánýtis.

Lindin ætlar als ikki at senda frá møtum og gudstænastum, og tann avgerðin er tikin í tráð við politikkin um, at eingin kirkja ella samkoma skal takast fram um aðra.

? Vit vilja sleppa undan at fólk verða misnøgd við hvaðani vit senda gudstænastur ella møti, og tí fara vit als ikki undir slíkar sendingar fyrstu mánaðirnar, sigur Preben Hansen.

Tá sendarin hjá Lindini verður tendraður í dag klokkan 15.00 verður eitt sindur gjørt burturúr.

Lindin hoyrist í høvuðsstaðarumráðnum, og ymsa staðni á Skálafjørðinum verður eisini gjørligt at fáa fatur á rásini í útvarpslurtinum.