Døpur búskaparútlit

Tað er framvegis vandi fyri, at framburðurin í heimsbúskapinum fer at steðga upp, og búskaparkervið er veikari nú enn fyri trimum mánaðum síðani. Tað stendur í einari framtíðarmeting, sum Altjóða Gjaldoyragrunnurin kom við í dag.

Grunnurin sigur, at búskaparstøðan í evrulondunum er sera ótrygg, og grunnurin ávarar um, at drála teir evropeisku leiðararnir ov leingi við neyðugum tiltøkum, verður tað enn torførari at endurreisa heimsbúskapin.

Fyri trimum mánaðum síðani metti IMF, at búskaparvøksturin í heiminum verður 4,1 prosent, men nú sigur grunnurin, at hann verður 3,9 prosent.