Hoyvík: Á middegi henda dagin varð lítla Marna Lý Dagfinsdóttir Suðuroy úr Vági doypt av pápabeiggjanum, Theodor Olsen, presti í Kvívík.
Hon var annars borin í heim 19. desember í fjør, og skuldi henda dagin verða borin til dópin í nýggju kirkjuni í Hoyvík, hagani pápin eisini er ættaður.
Hetta var ein vanligur barnadópur sum allir aðrir fyri tann, ið ikki visti betur. Men kortini vóru ávís viðurskifti, ið brutu frá.
Presturin sjálvur, ið er yngri enn pápin, varð sjálvur doyptur í dópskjólanum hjá lítlu Marnu Lý. Hesin var uppaftur brúðarkjólin hjá mammu teirra og altso ommuni, sum henda dagin somuleiðis varð uppkallað.
Tað, sum kortini breyt mest av við barnadópinum henda dagin, var dópsvatnið. Tað var ikki vanligt kranavatn, men var tikið úr ánni Jordan í Ísrael eitt árið, tá mamman at barninum var í kibbutz í Heilaga Landinum. Vatnið var altso úr somu ánni, har Jesus varð doyptur fyri 2000 árum síðani.
Marna Lý var heldur ikki fyrsta barnið, sum er doypt við hesum vatninum. Eldra systurin, Tórgerð varð somuleiðis doypt í hesum serstaka vatninum og ein onnur genta.
Aftaná barnadópin fóru Marna Lý, foreldur hennara, stórasysturin og øll familjan umborð á strandfaraskipið Smyril til eina hugnaløtu.
Um kvøldið vóru øll aftur í Vági.
Sov nú, lítla Marna Lý
Tá fyrsta barnið hjá Dagfinn og Esther varð borið til dópin, gjørdi pápin ein sang til hetta høvið.
Tá næsta barnið hjá tí tónleikahugaða pápanum varð doypt, lá tað eins og ein skylda á honum at halda fast við góðan og gamlan sið.
Úrslitið varð hesin fitti sangurin. Sigast skal, at stórasysturin, Tórgerð hevur gjørt tvær tær fyrstu reglurnar.
Nú mást tú sova
Nú mást tú sova
Tí tú ert so móð nú
Einglar smáir lova
tær himnabúð at sova.
Elskaða, eitt undur
vita einglar mundu
ró nú náttin stundar
fljóð nú søttligt blundar.
Royn tú bert at blunda
lúr so nøkulunda
sov tær hugatúrar
millum sker og flúrar.
Yvir vøggu vekja
einglar Guds, ið rekja
burtur fløkjur allar
tá ið svøvnur kallar.
Vøkur tú her liggur
barnasvøvnur tryggur
yvir bygd og bý
fer dreymaleið tín blíð
(Orð/lag: Dagfinn Olsen, mars 2008)










