Dópsdøgurði á Beinisvørði

Við hesum vil eg takka manning á Smyrli og Starndferðsluni fyri óføra tænastu, tá vit leygardagin 29. mars høvdu dópsdøgurða umborð á góðu matstovuni á Smyrli, ið nevnist Beinsvørð

Við hesum vil eg takka manning á Smyrli og Starndferðsluni fyri óføra tænastu, tá vit leygardagin 29. mars høvdu dópsdøgurða umborð á góðu matstovuni á Smyrli, ið nevnist Beinsvørð. Eftir dópin, sum fór fram í Hoyvík, fóru vit umborð á Smyril um 13 tíðina at eta. Vit vóru yvir 30 fólk. Matskráin var frálík, 3 rættir, og maturin var frálíkur, og tænastan var sera góð, so hetta er avgjørt ein tænasta, ið fleiri áttu at roynt. Hervið tøkk til tykkara, ynskir Torgerð Omman.