Grabbarnir sum skulu dýpa nýggju havnina til Smyril í Trongisvági, noyddust at steðga í gjár. Og teir koma í fyrsta lagi i gongd aftur um fýra vikur.
Landsverkfrøðingurin hevur gloymt, at tilfar, sum verður tikið upp av havbotninum, ikki uttan víðari kann søkkjast aftur onkra aðrastaðni. Ein kunngerð um havumhvørvi sigur, at loyvi krevst fyri at taka tilfar upp av havbotninum og aftursøkkja tað.
Í gjár var Heilsufrøðiliga Starvsstovan varug við, at einki loyvi fyrilá til aftursøkking og steðgaði arbeiðinum beinanvegin.
Í dag hevur Landsverkfrøðingurin sent umsókn til Starvsstovuna, men ein slík kunngerð kann ikki avgreiðast í eini handavending.
- Hetta er fyrsta umsókn, sum er komin eftir kunngerðini, so vit mugu hugsa okkum um, men í næstu viku skuldi okkara arbeiði verið avgreitt, sigur Súni Petersen frá umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Seinkað í minst fýra vikur
Aftaná at Starvsstovan hevur givið loyvi skulu ganga fýra vikur, har einhvør kann kæra um avgerðina. Og verður kært, so kann arbeiði ikki byrja fyrr enn landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur tikið avgerð í kæruni.
- Hetta kemur sera illa við hjá okkum, tí vit hava so stutta tíð í forvegin, sigur Jón Danielsen sgtjóri í Articon, sum ger arbeiði á Trongisvágsfirði. Havnin skal vera klár til nýggja Smyril í november.
Landsverkfrøðinhgurin er byggiharri og eigur at hava øll loyvi í lagi, men í hesum førinum hevur hann gloymt kunngerðina frá Oljumálaráðnum.
Byggileiðsluna hevur HMP Consult um hendi, men teir hava onga viðmerking yvirhøvur til, at arbeiðið er steðgað.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur seg ivast í, um tað er skyldan hjá teimum at søkja um loyvið. Hann heldur, at tað eigur at vera byggifelagið.
Men kortini er tað byggieftirlitið - HMP Consult - sum søkir um loyvi vegna Landsverkifrøðingin. Byggifelagið Articon hevur ikki søkt um nakað loyvi.