Sandfrakt er í hesum døgnum á Vágsfirði og heldur áfram við at dýpa, eitt arbeiðið sum byrjaði í fjør, men sum ikki varð gjørt liðugt.
Sandfrakt skal dýpa framvið Bakkafrost-kaiini, djúphavnini og framvið Smyrla-kaiini, og dýpt verður eisini útfrá bedingini hjá Vágs Skipasmiðju og longri inni á fjørðinum, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Arbeiðið fer væntandi at taka umleið 2 vikur.










