Dýpa bátahylin á Válinum

Á Válinum hevur Kvívíkar kommuna í seinastuni arbeitt við at dýpa bátahylin. Tað er Sandnes, sum hevur gjørt arbeiðið fyri kommununa.

 

Kommunan boðar á heimasíðu síni frá, at í løtuni verður fundament og annað gjørt klárt, áðrenn ketur og onnur festi verða løgd út komandi vikurnar.

- Tá hetta arbeiðið er liðugt, er klárt hjá pf. Petur Larsen at leggja bátabrúgvarnar út, skrivar Kvívíkar kommuna.