Dánjal Tórgarð gjørdist dagsins maður hjá H71, tá hann skeyt sigursmálið til 24-23 ímóti Kyndli heilt ímóti dystarendanum.
Tað var eisini ein fegin Dánjal Tórgarð, sum Tróndur Arge fekk orðið á í beinleiðis samrøða á Rás2 aftaná dystin.
Dánjal Tórgarð heldur tað verða fantastiskt, at hann og liðfelagarnir stríddust so væl, og megnaðu at koma afturíaftur, tá teir aftaná eina trygga hálvleiksleiðslu vóru um at missa dystin.
Dánjal Tórgarð vísir á, at teir í H71 hava havt nógva mótgongd við nógvum skaðum, og tí hevði tað ein stóran týdning at vinna í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Dánjal Tórgarð segði við Trónd Arge aftaná dystin í Hoyvík millum H71 og Kyndil.