Mikukvøldið hevði Dánjal á Neystabø útgávukonsert fyri fløguna »The Bubble« í Byens Lys í Christiania í Keypmannahavn, og í dag kunnger Dánjal eitt sjónbandalag til heitislagið á fløguni.
Sjónbandalagið varð víst fyri fyrstu ferð í samband við útgávukonsertina. Tá konsertin var av og bólkurin hevði spælt tvey eykaløg, heitti Dánjal á Sjoukje Busck um at seta sjónbandalagið á og tað fekk góða móttøku millum mongu áhoyrarnar.
Hóast bólkurin hjá Dánjali telur nógv fólk, so er hon ikki partur av bólkinum. Men Sjoukje Busck er unnustan hjá Kim Nyberg, ið saman við Dánjali hevur gjørt stóra partin av fløguni. Sjoukje Busck hevur gjørt sjónbandalagið meðan Rune Backs hevur tikið myndirnar. Alt hetta sæst niðanfyri hesa grein.