Dánjal við nýggjum lag

Dánjal á Neystabø og bólkur hansara hava verið í upptøkuhølunum, har nøkur løg eru innspæld til eina EP útgávu. Hesi verða útgivin í oktober. Men løgini verða so við og við givin út sum stakløg, og fyrsta lagið er tókt í dag.

Eitt lag verður givið út tann fyrsta í hvørjum mánað fram til útgávudagin av EP útgávuni í oktober.

Talan er um lagið Raindrops, sum er tókt í dag.

 

Dánjal greiðir á enskum m.a. soleiðis frá um lagið:

 

A raindrop falling into the ocean has no choice but to go with the flow, a raindrop falling on the ground evaporates as soon as the sun peeks out.

 

"Raindrops" is a song about an individual's quest for a purpose. We live on the surface of a machine that is so complex that no one can predict its actions. We can just hope that it works, and that, if the works, it includes us.

 

Leinkja til lagið er her: www.danjal.bandcamp.com

 

Bíðast kann so eisini við spenningi til fyrst í august, tí tá kann næsta lagið væntast frá Dánjali og hansara manning.