Dánjal útgávukonsert

Í samandi við, at Dánjal á Neystabøð júst hevur givið fløguna The Palace út, verður útgávukonsert hildin í døgunum 13.-15. nov. Ummæli:

?... tað var ein framúrskarandi og íblástrarvekjandi uppliving. Hann byrjaði sera innarliga og pent, og megnaði at rúnarbinda áhoyrarnar alla konsertina. Meira av hesum. Takk.? - Petur Pólson

 

?...the faroese artist, with his exceptional voice - the best on the whole festival - has a fascinating mixture of Folk, Tango and Balkan.? - St. Galler Tagblatt, Michael Hasler

 

Á konsertunum verða nøkur remix eisini at hoyra, sum 6 feitir plátuvendarar hava gjørt av løgum á nýggju fløguni, The Palace.

 

Konsertirnar verða:

13. Nov. Kl. 20 - Bedura í Saltangará

14. Nov. Kl. 22 - Seglloftið á Tvøroyri

15. Nov. Kl. 21 - Reinsaríið í Havn

 

Forsøla verður í Tutl á Káta Horninum og við dyrnar.

Fleiri støð verða kunngjørd seinni.