Dánjal í stórformi í knúsandi steypasigri

Dánjal á Lakjuni og liðfelagarnir vístu satt stórspæl í íslendsku steypakappingini í gjárakvøldið, tá Leiknir vunnu heili 6-0 á Njarðvík. Talan var um dyst í 2. umfari í tí íslendsku steypakappingini.

 

Dánjal á Lakjuni var sera eyðsýndur. Hann skeyt eitt vakurt mál til støðuna 3-0, og hann legði eisini upp til 2-0 málið, sum Òlafur Hrannar stútaði í Njarðvíks-málið.

 

Annar av venjarunum hjá Leiknum, Freyr Alexsandersson hevur góð orð at bera Dánjali á heimasíðuni fotbolti.net. Har sigur Freyr Alexandersson, at teir í Leiknum nevna hann "Dánjal á Eldi" - also ein eldhugaður Dánjal. - Tað var ein sonn fragd at síggja Dánjal í hesum dystinum, sigur Freyr Alexandersson í viðtali við fotbolti.net.

 

Leiknir spælir aftur dyst komandi leygardag. Tá er talan um 2. umfar í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini. Tá tekur Leiknir ímóti KF á heimavølli.