"Dánjal" spælir í Keypmannahavn í kvøld.

Í kvøld klokkan 21.00 spælir "Dánjal" á Global í Keypmannahavn. Á konsertini verður

millum annað høvi at hoyra løg frá nýggju fløguni "The Bubble".

 

"The Bubble" kom á evropeiska marknaðin 1. februar í ár. Seinasta hálva árið hevur

bólkurin, við tónleikarum úr Danmark, Svøríki, Finnlandi verið sera virkin í Evropa við upp móti hálvt hundrað konsertum. Manningin er tískil í toppform.

 

"The Bubble" er næsta fløgan eftir “The Palace”, sum fekk nógv góð ummæli og sum

varð í uppskoti til Danish Music Award.

 

“The Bubble” hevur eisini fingið sera góð ummæli. Gaffa gav eitt ný fløguni 5

stjørnur við orðum sum "Mesterligt af Dánjal" og "rystende højt niveau".

 

Í morgin, leygardagin 22.09, spælir Dánjal á Dexter í Odense. Meira kann lesast á

www.danjal.net

 

Hoyr staklagið "Blow the Bubble" her:

www.youtube.com/watch