Dánjal skoraði sigursmálið

ÍF var undirmannað, tá ið tað í evstu løtu eydnaðist at skora sigursmálið á Sandi

Fuglfirðingar eru á veg norðurum aftur Skopunarfjørð við trimum stigum. Harvið hevur ÍF fulla úrtøku, nú kappingin í næstbestu deildini er tvey umfør gomul.

 

Tað leikaði javnt á, og tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at ÍF skoraði sigursmálið til 3-2. Málskjútti var Dánjal á Lakjuni.

B71 legði seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið ÍF gjørdi sjálvmál. Ein minutt undan steðginum javnaði Dánjal á Lakjuni til 1-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Dánial Pauli Højgaard ÍF framum 2-1.

 

Fýra minuttir eftir, at ÍF hevði lagt seg framum, vórðu fuglfirðingar undirmannaðir, tí Gunnar Christiansen sá gula kortið fyri aðruferð.

So vóru sandoyingar ellivu ímóti tíggju, og í næstsíðsta minutti javnaði Bakary Bojang til 2-2, sum sá út til at verða úrslitið. Men so var tað, at Dánjal á Lakjuni skoraði fyri aðru ferð, og at ÍF harvið vann 3-2.