Jólamorgun andaðist Dánjal Pauli Danielsen á Velbastað, fyrrverandi bóndi og landsstýrismaður, 91 ára gamal. Dánjal Pauli búði á Velbastað alt lívið, har hann festi garðin í Búðini. Hann var virkin í politikki, kom tíðilga upp í Fólkaflokkin, og hann gjørdist landsformaður hjá Fólkaflokkinum, tá valfeløgini skipaðu landsfelag. Hetta var ein strævin tíð hjá flokkinum, sum hevði dalandi undirtøku, eftir at flokkurin hevði havt sera stóra undirtøku í fýratiárunum.
Dánjal Pauli Daneilsen kom í landsstýrið, tá Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skipaðu landsstýrið eftir valið í 1974, og hann sat í hesi samgongu, til hon legði frá sær eftir valið í 1980. Har umsat hann eitt nú samferðslu, landbúnaðin og mentanina. Hann var eisini kendur fyri píkamálið, tá hann mælti til at banna píkadekkum.
Dánjal Pauli hevur eisini sett síni spor innan jarðarbrúkið, ikki bara sum bóndi, men eisini sum formaður og nevndarlimur í Jarðarráðnum í mong ár. Hann var eisini umboðsráðslimur hjá SEV í 12 ár. Eitt av hjartamálum hansara var Norðurlandahúsið í Havn, og har sat hann sum stýrislimur í 14 ár í tíðarskeiðnum 1980 til 1998.
Seinastu árini hevur Dánjal Pauli Danielsen verið á Lágargarði í Havn.
Dánjal Pauli var giftur við Helene Marie fødd Jacobsen úr Havn, og tey áttu dóttrina Súsannu Danielsen, sum er stjóri í Umsiting Løgtingsins.