Tað vóru ikki eitið á skuldsetingar, sum vóru sendar millum Finn Norman Christensen og Jóannes Eidesgaard, táverandi fíggjarmálaráðharra, um hvør teirra tað var, sum hevði sagt satt og hvør teirra hevði sagt ósatt.
Jóannes Eidesgaard vildi verða við, at Finn Norman Christensen hevði sníkt nakrar orðingar inn í brævið til fíggjarnevndina, og at hann tí hevði skrivað undir nakað, sum ikki var í samráð við veruleikan.
Í brævið til fíggjarnevndina ger Jóannes Eidesgaard vart við, at landsstýrið hevur ikki samtykt, at fara undir bygnaðarbroytingarnar, men bert hevur samtykt at biðja um eina eykajáttan so at pengarnir eru tøkir um farið verður undir broytingarnar.
Trætumálið millum Normann og Eidesgaard snúði seg tí um hvør teirra talaði satt.
Fyri at loysa henda gordiska knútin teirra millum, gjørdi løgtingið av biðja Dánjal Magnussen, advokat um at kanna øll viðurskiftini í hesum málið.
Tað hevur hann nú gjørt og hann er komin til tað niðurstøðu, at eingin hevur dult nakrar týdningarmiklar upplýsingar fyri fíggjarnevndini.
Hinvegin kemur kanningarstjórin til tað niðurstøðu, at landsstýrið á fundinum 13. mai 1996 viðgjørdi spurningin um bygnaðarbroytingarnar og at tað, sum Jóannes Eidesgaard tí skrivar í brævinum til fíggjarnevndina tann 21. mai 1996 ikki er satt.
Hjalgrím Hilduberg ikki samdur
Hvussu Dánjal Magnussen er komin til niðurstøðuna er ikki vist at siga, men tað er okkurt, sum bendir á, at hann hevur hildið seg til at ein meiriluti í landsstýrinum var samdur um at bygnaðarbroytingarnar vórðu viðgjørdar á fundinum 13. mai 1996.
Og hetta hóast at tveir rættuliga sentralir persónar í málinum, Hjalgrím Hilduberg, skrivstovustjóri og Edmund Joensen, táverandi løgmaður, báðir hava sagt nakað annað.
Hjalgrím Hilduberg er sambært frágreiðingini ikki samdur við kanningarstjóranum um, at málið var viðgjørt, og Edmund Joensen segði á fundi við fíggjarnevndina 24. mai 1996 - ella 11 dagar eftir fundin í landsstýrinum - at teir á landsstýrisfundinum tann 13. mai bert høvdu avgjørt at biðja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til bygnaðarbroytingar.
Skal ikki fáa fylgjur
Hóast niðurstøðuna um, at Jóannes Eidesgaard ikki hevur sagt satt fyri fíggjarnevndini, so heldur Dánjal Magnussen, kanningarstjóri, ikki at málið skal fáa fylgjur fyri nakran av pørtunum. Orsøkin til hetta er óiva, at kanningarstjórin heldur ikki at skeivu upplýsingarnir hava havt stórvegis týdning fyri viðgerina av málinum um bygnaðarbroytingarnar.
Og soleiðis endaði trætumálið um bygnaðarbroytingarnar, sum langt síðan eru settar í gildi.