Dánjal Magnussen farin

Minningarorð

Hósdagin 21. februar 2002 andaðist Dánjal Magnussen, advokatur 78 ára gamal.
Dánjal Magnussen var sonur Magnus Fr. Magnussen og Nicolinu, f. Jensen í Kvívík.
Tey vóru tveyeini systkin, Dánjal og systurin Bina, sum doyði seinasta summar. Nú kom so túrurin til Dánjal, so stutt kom at verða millum systkini.
Dánjal var giftur Astu, dóttir Jákup Haraldsen og Annu, f. Olsen í Fuglafirði og høvdu tey børnini Jákup, Magna og Anniku.
Sum lívsstarv valdi Dánjal sær advokatvirksemið og starvaðist hann í hesum arbeiði í 40 ár.
Dánjal var vitandi maður, nærlagdur í arbeiði sínum og hevði hann í sær eginleikar, sum gjørdu, at hann royndist hollur í ráðum hetta ikki bert, tá ið tað snúi seg um faklig viðurskifti, men í lívsins viðurskiftum yvirhøvur. Fyri hann vóru øll mál hjartamál, hann gav orðinum ans og tók sær altíð stundir til at lurta.
Advokatarbeiðið er fjølbroytt starv og kom Dánjal í longu starvstíð síni at hava við nógv viðurskifti at gera hetta ikki minst, hvat vinnulívsmálum viðvíkur, ið høvdu hansara stóra áhuga og fóru við nógvari arbeiðsorku. Harvið gjørdist arbeiðsdagurin ofta langur. Eisini er at nevna tryggingarviðurskifti, sum hann hevði hollan kunnleika til og sum hann kom at arbeiða nógv við.
Dánjal hevði gott hegni til at føra sakir, og var tað helst í rættar-salinum, at hann føldi seg best.
Hann kom at arbeiða undir nógvum dómarum og góvu teir honum allir tað besta skoðsmál. Hann var høgt virðismettur av starvsfeløgum sínum, ið vistu, at her stóð tú yvirfyri einum manni, har eitt orð var eitt orð og ein maður ein maður.
Dánjal var eitt livandi fólk, fryntligur og fyrikomandi og bygdi hann sær saman við Astu og børnunum í Heiðaskákinum 10 eitt heim, har tú sat væl og hugnaligt var at vitja. Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum var stórur og fekst tú har mangt áhugavert orðaskiftið.
Dánjal hevði sítt kjølfesti í teirri gomlu føroysku mentanini, eitt lið av føroyingum sum er við at fækka.
Dánjal kom at vera fyri hørðum andróðri í privatlívi sínum. Fyrst misti hann Astu 53 ára gomul, harnæst Magna 33 ára gamal og síðani abbasonin Rúna bert 17 ára gamal, í øllum førum aftaná drúgvar sjúkralegur. Hetta setti síni spor, men ikki hoyrdi tú hann gremja seg, og bar hann mótgangin við stórari sálarligari styrki.
Um 60 ára aldur rann saman millum hann og Sinnivu Kallsberg, sum sat einkja aftaná Einar Kallsberg, og settu tey búgv fyrst á Mýruni 3 í Hoyvík og síðani í barnaheiminum hjá Dánjali í Kvívík.
Tað rann væl saman millum familjurnar og fingu Dánjal og Sunniva góð ár saman við børnum sínum frá báðum hjúnaløgum.
Eg kom at kenna Dánjal, tá ið vit lósu saman í Keypmannahavn í fimmtiárunum og komu vit seinri at starvast saman her í Føroyum í 30 ár. Hetta hava verið hendingarrík ár og eri eg takksamur fyri, at hava lært Dánjal at kenna og tað samskifti vit hava haft hesi nógvu ár.
Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið Dánjals og má Harrain styrkja tykkum, sum eftir sita, kona, børn, hjúnafelagar og abbabørn.

Tormóður Djurhuus