Fløgan hjá Dánjali ?The Palace? kom út í Danmark í mars í ár, og hevur fingið sera góð ummæli í teimum norðurlondsku miðlunum. Nú verður tann seinasta konsertin á hesum sinni Tann góða móttøkan hevur havt við sær at Dánjal hevur verið nógv á palli seinastu tíðina.
Dánjal hevur seinasta árið verið á fleiri konsert ferðum og spælt á nógvum festivalum bæði í Danmark, Týsklandi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.
Nú er ætlanin at fara undir at skriva nýtt tilfar, og tí heldur Dánjal ein lítlan steðg.
Seinsta konsertin á hesum sinni verður á Loppen á Christiania í Keypmannahavn. Her verður eisini møguligt at hoyra nýtt tilfar.
Konsertin verður í morgin, 29 oktobur, klokkan 21.00.