Fótbóltur
Sólin skein ikki í Fuglafirði, men tað gjørdi lítli, spinkli, ljóshærdi og 18 ára gamli Dánjal á Lakjuni. Hetta hevði at enda við sær, at hann og øll hini í bygdini kunnu fara fegin til songar.
Sjálvur legði Dánjal á Lakjuni upp til eitt mál, samstundis sum hann skapti heilt nógvar trupulleikar fyri tann heldur tyngra Kenneth Jacobsen hjá AB, haðani eisini møguleikin til næsta málið stavaði.
Hóast ungi fuglfirðingurin er lítil og lættur, so fírdi hann ikki fyri at fara inn í hvønn einasta bólt, og hóast hann var mest eyðsýndur í álopspartinum, so var hann næstan altíð í røttum stað í verjuni.
Byrjaði spakt
Hóast dysturin gjørdist sera undirhaldandi í góða veðrinum í Fuglafirði í gjár, so sá tað ikki soleiðis út fyrstu løtuna. Bæði liðini bíðaðu eitt sindur, men tað sást, at ÍF ætlaði at vinna dystin, tí Bartal Eliasen og Frank Poulsen vóru báðir heilt frammi, meðan Andy Olsen og Dánjal á Lakjuni høvdu rættiliga fríar teymar á vengrunum.
Men fyrsti tímin var ikki størsta fótbóltsliga upplivingin, sjálvt um Dánjal á Lakjuni ofta vísti síni kynstur.
Einasti veruliga stóri møguleikin í fyrra hálvleiki kom, var tá Andy Olsen í einum kontraálopi rann næstan alla longdina av stutta vøllinum í Fuglafirði, áðrenn hann valdi at skjóta á mál, heldur enn at spæla ein rættiliga leysan Dánjal á Lakjuni, og rakti tí ein Tehe Aristide.
Næststørsti møguleikin
Tá seinni hálvleikur veruliga var komin í gongd, hevði AB ongan veruligan møguleika havt, meðan ÍF heldur ikki hevði havt nakran heilt stóran møguleika.
Men so kom hann. Dánjal á Lakjuni setti Kenneth Jacobsen av og spældi flatt til Vincent Jacobsen, sum var komin inn fyri Frank Poulsen, sum brádliga stóð púra leysur framman fyri Tórð Thomsen inni í málteiginum.
Hann hevði nógvar valmøguleikar, men valdi at skjóta beint á Tórð Thomsen.
Størsti møguleikin
Lítla løtu seinni kom tann størsti møguleikin í dystinum. Aftur nú var tað Dánjal á Lakjuni, sum var sendir oman eftir vinstra vongi. Hann trekti inn í brotsteigin, setti Kenneth Jacobsen av, og legði bóltin beint í høvdið á Bartali Éliasen, sum hevði tómt mál at føra bóltin í.
Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, hevur helst ergrað seg, tá Vincent skeyt á Tórð, men hevði Bartal Eliasen ikki fingið mál, so hevði tolið uttan iva verið burtur.
Dreymaskot
Nú sat ÍF á dystinum. AB royndi at koma fyri seg, men tað bleiv við at raka teir aftur, og ÍF kom til nógvar hálvar møguleikar, meðan AB altíð manglaði næstseinastu ella seinastu avleveringina, til møguleikan.
So hendi tað aftur. Vinstra síða hjá ÍF arbeiddi hart og brádliga lendi bólturin hjá Andy Olsen, sum stóð beint innanfyri brotsteigarmarkið. Andy Olsen smekkaði til. Rakti stongina, og spakuliga fór bólturin í málið handan Tórð Thomsen, sum stóð væl í gjár.
Satstið gav bakslag
Nú satsaði AB alt, og tað rakti teir hart aftur, tí teir fingu framvegis ongan heilt stóran møguleika, hóast teir nú spældu við tveimum áloyparum. Hinvegin gjørdi ÍF sær dælt av hesum í yvirtíðini, tá Vincent Jacobsen gjørdi skaðan góðan aftur. Hann bleiv spældu leysur beint frammanfyri miðjuna og skjótur sum hann er, so rann hann frá allari verjuni, og legði bóltin í málið.
Endaliga úrslitið merki, at ÍF fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur vunnið ein dyst, og kann anda eitt sindur lættari, meðan AB brádliga hevur tvey lið beint aftanfyri seg, og matematiskt kunnu liggja til niðurflyting um tvey umfør.
Myndatxt
Mynd: Álvur Haraldsen