Tað gekk sum eftir ánni, tá ið Dánjal á Lakjuni fyri fyrstu ferð royndi seg á nýggja liði sínum Leiknir, sum spælir í næstbestu íslendsku deildini.
Í Íslandi verður ikki farið undir landskappingina fyrrenn um tveir mánaðir. Kortini verður tað longu nú spælt við fullari ferð. Talan er um steypakappingar, og allir dystirnir verða spældir í fótbóltshallunum, sum íslendingar eiga fleiri av.
Spæliloyvið hjá Dánjali á Lakjuni er nústaðni komið upp á pláss, og sunnudagin var fyrsta høvið hjá honum at royna seg í íslendskum fótbólti. Tað var í dysti um deildarbikarið, sum teir nevna hesa kappingina.
Leiknir spældi ímóti Haukum sunnukvøldið. Úrslitið var 3-1 til Leiknir, sum eisini var hálvleiksstøðan, og Dánjal á Lakjuni gjørdi orduliga um seg. Fuglfirðingurin skoraði bæði til 2-1 og til 3-1. Bara seks minuttir vóru millum málini. Tað fyrra skoraði hann eftir gott uppspæl, og tað seinna skoraði hann, eftir at ein av liðfeløgunum hevði roynt seg við skoti, og bólturin støkk til Dánjal, sum skoraði. Dánjal var á vøllinum fyrsta tíman. Í íslendsku miðlunum segði venjarin eftir dystarlok, at hann var ógvuliga væl nøgdur við avrikið hjá ágangandi og treiska føroyinginum, sum hann málbær seg.
Í hesi kappingini hevur Leiknir higartil vunnið báðar dystirnar. Fríggjakvøldið verður næsti dysturin. Hann verður ímóti KR í Egilshøllini. Leiknir heldur til í Breitholt býarpartinum í Reykjavík. Teir í felagnum eru ógvuliga spentir at spæla ímóti KR. Hesi bæði liðini hittust fyri nøkrum vikum síðani í finaludysti um høvuðsstaðin, og tá eydnaðist tað undirtippaða Leikinir at vinna 1-0.










