Kollfirðingur vunnu ein knúsandi 36-14 sigur á Team Klaksvík í høllini í Kollafirði.
Tað stóð tó ikki so illa til hjá Team Klaksvík í fyrra hálvleiki. Team Klaksvík var á odda 8-7, men seinastu løtuna spældi KÍF seg upp, og høvdu kollfirðingar eina 16-11 leiðslu í steðginum.
Dánjal Kjærbo hjá Team Klaksvík var alt annað enn fegin um enn ein avsmurning, men hann uggar seg við, at hesaferð spældi Team Klaksvík væl í 25 minuttir av dystinum, tí vanliga hevur liðið ikki spælt væl í meir enn teir fyrstu 20 minuttirnar. - Kondisjónin og manglandi rutinan er niðurlagið hjá okkum, segði Dánjal Kjærbo við Hilmar Jan Hansen
Rógvi Weyhe hjá KÍF fegnaðist serliga um verjuspælið, har tað eydnaðist KÍF at halda Team Klaksvík niðri á trimum málum í seinna hálvleiki.
Tað ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Dánjal Kjærbo og Rógva Weyhe undir greinini.