Felagsliðið úr Sundalagnum hevur knýtt enn ein leikara aftrat hópi sínum. Áðrenn flytingarvindeyga lat afttur fríggjadagin, skrivaðu EB/Streymur og Dánjal Davidsen undir sáttmála. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá EB/Streymi.
Dánjal Davidsen er vinstrabeintur vinstri bakkur, og kemur til EB/Streym frá HB. Har hevur hann fyri tað mesta spælt á 1. deildarliðnum, men sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi skal Dánjal Davidsen nú kappast um eitt pláss á Formulaliðnum.
John Heri Dam og Símun Eliasen spældu báðir á hesum plássi í fjør, men teir vera ikki við EB/Streymi í ár. Tískil skal felagið finna nýggjan mann at røkja hetta pláss.
- Í felagnum eru frammanundan ungir leikarar, sum kunnu spæla vinstri bakkur. Til dømis Tonny Kruse, men eisini Leif Niclasen hevur verið brúktur har í onkrum venjingardysti. Ætlanin er tí, at Dánjal Davidsen skal taka kappingina upp við hesar, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.










