Jólamorgun andaðist Dánjal Pauli Danielsen, Dánjal í Búðini, Velbastaður. Hann náddi høgan aldur, stutt áðrenn hann doyði fylti hann 91 ár.
Líka frá ungdóminum av vísti Dánjal sín stóra áhuga fyri føroyska samfelagnum og tók lut í samfelagstjakinum í heilt breiðum týdningi. Hann vaks upp á Velbastað og byrjaði tíðliga at arbeiða á garðinum, sum hann seinri festi. Her hevði hann sítt lívsgrundarlag, og herfrá kom hann at arbeiða og luttaka í mongum viðurskiftum bæði innan jarðabrúk, politikk og øðrum samfelagsøkjum. Í sínum yngru árum hevði hann rættiliga tætt samskifti við Jóannes bónda, og sjálvbjargnishugsjónin, sum teir høvdu í felag, fylgdi honum alt lívið.
Samfelagsliga átók hann sær fleiri postar. Hann var nevndarlimur í Jarðaráðnum í mong ár, herav fleiri ár sum formaður. Eisini var hann umboðsráðslimur hjá SEV í eini 12 ár. Herav nøkur ár sum formaður. Hansara stóri áhugi fyri norðurlendskum samarbeiði hevði eisini við sær, at hann í fleiri ár var nevndarlimur í Norðurlanda Húsinum í Føroyum.
Persónliga kom eg at kenna Dánjal Paula gjøgnum politiska arbeiði. Hann gjørdist tíðliga partur av Fólkaflokkinum. Hann var framburðshugaður og sjálvstýrishugaður, tað var tí heilt nátúrligt fyri hann at halda seg til hendan flokk. Við sínum áhuga og arbeiðsvilja var hann ikki bara hvílandi limur, nei hann gjørdi mun, har hann var. Tí kom hann at vera í fremstu røð innan flokkin. Tá flokkurin í fimti árunum fekk ávísa afturgongd, tók hann saman við øðrum góðum monnum sum Hákun Djurhuus, Knút Wang, Poul Petersen, Martin Holm við fleiri, stig til at organisera tað flokkspolitiska arbeiði betur við valfeløgum og landsfelag. Fólkaflokkurin var fyrsti flokkur, sum organiseraði seg á hendan hátt. Dánjal gjørdist fyrsti landsformaður flokksins, og hevði hann hetta starv í eini 20 ár. Í 1970, tá eg kom á ting, var hann framvegis landsformaður og sigast má, at tað var ein fragd at kunna arbeiða saman við honum.
Í 1975 hendi eitt politiskt siðaskifti í Føroyum. Tað, sum var hildið at vera politiskt ómøguligt, nevniliga eitt samarbeiði millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, gjørdist veruleiki. Einum slíkum samarbeiði hevði Dánjal Pauli leingi verið talsmaður fyri, og tá samgongan millum hesar báðar flokkar og Tjóðveldisflokkin varð skipað gjørdist hann saman við Demmus Hentze umboð Fólkaflokksins í hesum landsstýri. Hann var landsstýrismaður í 6 ár og umsat hann m.a. vega- og havnamál, landbúnaðarmál og mentamál. Eisini umsat hann norðurlanda samarbeiði.
Dánjal Pauli var sera gløggur maður, eisini hevði hann stóra vitan og víðskygni. Hann var góður í ráðum og royndi altíð at fremja tær bestu og skilabestu loysnirnar. Hann var ikki harðmæltur, tá hann førdi fram síni sjónarmið, heldur var hann siðiligur og róligur. Tí var altíð lurtað eftir honum. Eg kann ikki minnast, at hann nakratíð kom við persónligum álopum, heldur ikki tá hann sjálvur var álopin. Hann var væl lýddur í politiska umhvørvinum og samarbeiðsevni hevði hann góð. Hann var trúfastur móti sínum hugsjónum og eisini sínum flokki, sjálvt um politiska telvingin onkuntíð kundi fara øðrvísi fram enn hann helt vera tann rættasta.
Nú Dánjal legði árarnar inn hevði hann livað eitt langt og virkið lív. Hann var mettur av døgum. Við honum hevur ein av Føroya stóru synum lagt frá sær.
Vit lýsa frið yvir minnið um Dánjal Paula Danielsen í Búðini.
--------------------
Jógvan Sundstein