Tað var einki at rafla um, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.
Í góðveðrinum á Svangaskarði vann B68 4-0. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
Stóri málskjúttin var Dániel Hansen, sum skoraði trý tey fyrstu málini. Allar ferðirnar var tað eftir innlegg úr høgru síðu.
Í síðstu løtu staðfesti Alexandro Casthilio sigurin, tá ið hann eftir málverjuvillu við høvdinum setti bóltin í málið.