Dánial og Bjartur eru drúgvir í NSÍ

Formaðurin og næstformaðurin í NSÍ vórðu afturvaldir á aðalfundinum í kvøld

NSÍ hevði aðalfund í kvøld. Dánial Hansen hevur verið formaður, og Bjartur Nolsøe hevur verið næstformaður.

Teir báðir stóðu fyri vali á aðalfundinum í kvøld, teir tóku báðir við afturvali, og teir vórðu báðir valdir aftur í nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Dánial Hansen varð valdur at vera formaður, og Bjartur Nolsøe varð valdur at vera næstformaður.

Nevndin í NSÍ sær soleiðis út: Dánial Hansen, formaður, Bjartur Nolsøe, næstformaður, Asfinnur Sigvardsen, kassameistari, Búi Uni Jensen, skrivari, John Mikkelsen og Ann Mary Nolan, eykkalimur og Jóna Kristiansen, eykalimur.