Um vikuskiftið skrivaði B68 undir eitt ára samstarvsavtalu við 29 ára gamla Dánial Hansen, sum er glyvramaður, og sum fyri tað mesta hevur spælt í NSÍ. Dánial er fjølgávaður spælari, sum hevur spælt í miðverjuni, á høgra vongverja, á miðvøllinum og eisini í álopinum.
Dánial er ikki ókendur á Toftum, tí hann spældi við B68 fyri trimum árum síðani. Dánial spældi við Formula-liðnum hjá NSÍ fyrru hálvu í ár. Eftir summarsteðgin vandi hann millum lítið og einki, og tí spældi hann tá við næst besta liðnum hjá NSÍ.










