Dúné á ólavsøkukonsert

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar kommunan sjálv fyri ólavsøkukonsertini tann 27. juli. Vælumtókti danski tónleikabólkurin Dúné verður útlendska høvuðsnavnið

Eitt stórt útlendskt navn skal lokka føroyingar oman í Tórsgøtu til ólavsøkukonsertina í ár. Rockbólkurin, sum spældi til X-Factorfinaluna í Parkini leygarkvøldið, Dúné, hevur játtað at koma til Føroyar á ólavsøku.
Sambært Tórshavnar Kommunu, verður ólavsøkukonsertin í ár partur av einum heildartilboði, sum kommunan sjálv skipar fyri. Sagt verður, at orsøkin er, at kommunan gjøgnum fleiri ár hevur roynt at broyta og samskipa ólavsøkuna betri, so hon verður ein meira samlað eind.
Sambært kommuni verður sjálvt konseptið víðkað, so høvuðskonsertin verður niðri í Tórsgøtu tann 27. juli, men bólkarnir koma eisini at spæla á Tórspalli og á pallinum á Skálatrøð. Harumframt verður tónleikatiltak í Perluni.
Men meðan fólk skulu rinda fyri at sleppa á konsertina í Tórsgøtu, verða øll hini tónleikatilboðini ókeypis.

Dúné til Føroyar
Danski tónleikabólkurin Dúné verður útlendska høvuðsnavnið á ólavsøkukonsertini. Fyrra árið vann bólkurin allar størstu tónleikaheiðurslønirnar í Danmark, P3 gull og ársins navn, ársins bólkur og ársins album á Danish Music Awards.
Higartil er kunngjørt, at føroysku høvuðsnøvnini verða Páll Finnur Páll, Jens Marni Hansen, Crawling Blue og Bet You Are William. Og hesaferð verður Underbeat í Perluni.