Hóast verjarnir báðir, við kenda danska verjuadvokatinum Thomasi Rørdam á odda, allan dagin royndu at sannføra dómararnar í Eystara landsrtætti um, at dómurin, sum varð avsagdur í Føroya Rætti í hesyt, var skeivur, so hjálpti tað kortini einki.
Stutt eftir klokkan hálvgun seks, avsøgdu dómararnir í Eystara landsrætti dómin, og hann staðfesti dómin, sum Føroya Rættur avsegði.
Tí stendur tann dómurin við, og tað merkir, at John Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður í farloyvi, skal inn at sita í 10 mánaðir.