Dómurin, sum Anders Behring Breivik fekk í morgun, var ikki í samsvari við tað, sum ákæruvaldið vildi. Ákæruvaldið vildi hava býarrættin í Oslo at staðfesta, at Breivik hevði ikki sítt fulla vit, tá hann framdi yvirgangsatsóknirnar seinasta summar, men í grundgevingini fyri dóminum sigur rætturin, at hann hevði sítt fulla vit.
Spurningurin er so, um ákæruvaldið fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Annar av ákærunum, Svein Holden, varð spurdur um hetta í einum steðgi fyrrapartin, men hann svaraði, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Eygleiðarar siga, at seinni í dag fæst at vita, hví dómararnir gingu ímóti ákæruvaldinum, og tá hevur ákæruvaldið betri møguleika at umhugsa, um tað skal kæra ella ikki.
Flestu eygleiðarar vænta ikki, at ákæruvaldið fer at royna málið umaftur. Teir vísa á, at ákæruvaldið noyðist at hugsa um, hvussu stór krøv tað fer at seta teimum avvarandi og samfelagnum sum heild, um málið skal ganga umaftur. Sakførararnir, sum hava virkað sum hjásitarar fyri tey avvarandi, hava eisini sagt, at teir eru nøgdir við dómin og vóna ikki, at málið verður kært.
Hin spurningurin er, um Anders Behring Breivik fer at kæra úrskurðin hjá býarrættinum. Hann segði verjum sínum í gjár, at hann fór ikki at kæra, um rætturin metti hann at hava sítt fulla vit. Tað hevur rættur gjørt, og tí bendir alt á, at Breivik góðtekur dómin.
Báðir partar hava 14 dagar til at umhugsa eina møguliga kæru.