Dómurin talar fyri seg

Stjórin á Team 85 hevur lítlan hug at fara út í almenningin at kjakast um, hvat hendi við so nógv umrøddu lýsingini til valdagin

Sakarmál

 
Eftir drúgva sakarmálið móti Tjóðveldisflokkinum um gjald fyri lýsingarherferðina til løgtingsvalið á vári 2002, tykist Johnny Gaard, stjóri á Team 85, at hava lítlan hug at geva málinum enn meira viðgerð í fjølmiðlunum.
                      - Tað einasta, sum eg kann siga, er, at tað fyri okkum sum ein privat fyritøka er øgiliga keðiligt at verða drigin inn í eitt politiskt sakarmál ímóti einum poliskum flokki. Og har flokkurin sjálvur ikki góðtekur dómin.
                      - Fyri okkara viðkomandi endaði málið í rættinum, og har fingu vit fult viðhald, er einasta viðmerkingin, sum Johnny Gaard hevur til málið. Í aðrar mátar vísur hann til dómsúrskurðin, sum kann lesast á heimasíðuni, www.team895.fo.
 
Av hesum framgongur eisini, hví Team 85 á valdegnum valdi at taka ábyrgd av lýsingini.
                      Sambært úrskurðinum, so vóru tað so hvørki Jóannes Eidesgaard ella Lisbeth L. Petersen, sum kravdu nakra umbering. Tað gjørdi Tjóðveldisflokkurin hinvegin, men í fyrsta umfari noktaði lýsingarfyritøkan blankt fyri hesum.
                      Ikki fyrr enn Tjóðveldisflokkurin dagin eftir í Útvarpinum boðaði frá, at tað ikki vóru tey, men »lýsingarfyritøkan«, sum hevði staðið fyri lýsingini, valdi Johnny Gaard at traðka fram og taka ábyrgd av lýsingini. Hetta tí hann ikki vildi hava, at allar lýsingarstovur í býnum kundu leggjast undir hetta, og tí hann óttaðist reaktiónirnar, sum hesar fóru at hava til málið, framgongur tað av dómsúrskurðinum.