Dómurin stendur við

Deyðadómurin, sum norðmenninir Tjostolv Moland og Joshua French hava fingið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, verður ikki broyttur. Tað sigur hernaðardómarin Jean Philippe Nkiama Matra, oberstur, við norska Dagbladet.

Hann sigur, at hernaðardómstólurin kann annaðhvørt staðfesta dómin ella senda hann aftur í rættin til nýggja viðgerð. Tann avgerðin fellur í summar.

Teir báðir norsku leiguhermenninir vórðu dømdir til deyða í september í fjør fyri dráp og njósning. Teir noktaðu seg sekar.