Dómurin staðfestur

Landsrætturin hevur í morgun staðfest dómin í Føroya rætti: Keypið hjá Anfinni Rubek Nielsen av jørð á Sandi frá Páll á Reynatúgvu stendur við Einaferð ætlaðu Anfinn Rubek Nielsen og Páll á Reynatúgvu at gera ein golfvøll á Sandi.

Í august 2008 var skeytið undirskrivað. Anfinn Rubek Nielsen skuldi keypa helvtina av jørðini frá Páll á Reynatúgvu. Samstundis tók Páll á Reynatúgvu seyðin av.

Men golfvøllurin varð ongantíð gjørdur, og Anfinn Rubek Nielsen vildi hava handilin at ganga aftur.

Hann stevndi Páll á Reynatúgvu, men seinasta summar kom Føroya rættur til ta niðurstøðu, at har var einki at gera hjá Anfinni Rubek Nielsen. Handilin varð gjørdur.

Hann kærdi dómin til landsrættin, sum í morgun kom til somu niðurstøðu.

Ætlaði golfvøllurin verður kostnaðarmikil fyri Anfinn Rubek Nielsen. Hann skal gjalda Páll á Reynatúgvu 2,75 mio. krónur fyri jørðina umframt rentur aftur til august 2008.

Haraftrat skal hann gjalda sakarmálsútreiðslurnar fyri báðar partar bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti.

Upphæddin fer væl upp á tríggjar og eina hálva millión krónur.

Einasta viðmerkingin hjá Páll á Reynatúgvu er:

- Eg eri fegin um, at landsrætturin hevur staðfest, at eg ikki havi gjørt nakað óheiðurligt.

Anfinn Rubek Nielsen er alt annað enn fegin um dómin. Hann stendur eftir við nógvari jørð, sum hann einki kann brúka til, sigur hann.